Ballett í Norðurlandahúsinum

.

Tað er ikki gerandiskostur hjá føroyingum at hava møguleika at síggja ballett. Men nú er møguleikin til staðar.

Í kvøld klokkan 19:30 er balletframførsla í Norðurlandahúsinum.

Tað er Wilda Dance Production úr Danmark, ið er á vitjan. Tey komu til Føroya í gjár og í kvøld framføra tey ballett í 3 pørtum. Partarnir nevnast Ø, Credits og Skizo.

Í alt 8 fólk eru í ferðalagnum, ið vitjar í Føroyum og framførir ballett.