Balletskeið á Stórheyggi

Heldur enn at skipa fyri meira siðvandu tiltøkunum, nú gentuliðið savnar sær ferðapening til HM-kappingina í estetiskum fimleiki, hava tær saman við venjarum sínum gjørt av at skipa fyri dansiskeiði.

Jóna Johannesen og Gunn R. Joensen, sum eru venjarar, fara saman við gentunum at undirvísa liðunum, sum tekna seg til.

Og tað verður ikki bara ballet á skránni. Fyri tey eldru verður eisini moderna dans og hip hop.

Genturnar fara at dansa teirra egnu balletseriu ímillum tímarnar.

Tilmelding til skeiðið fer fram hjá Gunn R. Joensen á tlf. 25 34 74.