Ballack lagdur undir skurð

Týski stjørnuspælarin Michael Ballack var fríggjadagin skurðviðgjørdur í fótliðnum. Ballack, sum spælir fyri enska felagið Chelsea, fekk skaða farna vikuskiftið, og fríggjadagin fór hann heim til Týsklands at fáa skurðviðgerð. Ivamsamt er, hvussu leingi Ballack má halda frí frá fótbóltinum, men vandi er fyri, at hann ikki spælir aftur í hesum kappingarárinum.