Bale móti Ronaldo í Vágsbotni

Vágsbotni er seinastu vikurnar vorðin eitt av mest vitjaðu støðunum í høvuðsstaðnum eftir, at Televarpið byrjaði at vísa EM-dystir á stórskíggja frammanfyri nýggju trappuna.


Serliga dentur hevur verið lagdur eftir at vísa dystirnar hjá Íslandi, men sum flest øll munnu vita, so eydnaðist tað ikki grannatjóðini at koma víðari til hálvfinaluna.


Tað steðgar tó ikki Televarpinum, sum í dag boðar frá, at tey vísa fyrstu hálvfinaluna í annaðkvøld klokkan 20.


Talan er um dystin millum Portugal og Wales, og hóast tað ikki er Ísland, ið spæla hesaferð, so hevur undirtøkan fyri øðrum dystum, ið hava verið vístir á trappuni, verið so góð, at tað kann væntast, at nógv fólk leita sær oman á trappuna í annaðkvøld, tá Gareth Bale og Cristiano Ronaldo møtast.