Donsku meistararnir úr FCK standa í kvøld frammanfyri eini av størstu avbjóðingini í søguni hjá felagnum. Teir skulu spæla móti Real Madrid á Santiago Bernabeu í Madrid.
Spanska kongafelagið er uttan heimsins dýrasta fótbóltsspælara, sum er walisiski Gareth Bale. Hann hevur onkrar vøddatrupulleikar og fyribils meldingini sigur, at Gareth Bale ikki spælur aftur í tvær vikur ella so.
Champions League:
Bólkur A:
Leverkusen – Real Sociedad
Shakhtar Donetsk – Manchester United
Bólkur B:
Juventus – Galatasaray
Real Madrid – FCK
Bólkur C:
Anderlecht – Olympiakos
PSG – Benfica
Bólkur D:
CSKA Moskova – Viktoria Plzen
Manchester City – Bayern Munchen