Bale í øðini á Tottenham

Gareth Bale er í øðini inn á Tottenham, tí felagið ikki fær avgreitt søluna til Real Madrid. Í dag møtti hann ikki upp til venjing hjá Tottenham.

 

Tað er Sky Sports, sum veit at siga, at Gareth Bale ikki møtti til venjing í dag og er í øðini inn á Tottenham, tí felagið ikki fær avgreitt skiftið til spanska kongafelagið Real Madrid. Miðlar skriva, at Real Madrid hevur lagt inn tvey boð upp á Gareth Bale.

 

Tað fyrra er eitt boð upp á beint yvir 600 milliónir krónur, sum verður goldið í eini flyting beinanvegin. Hitt boðið er um 750 milliónir krónur, men verður so goldið yvir trý til fýra ár.

 

Sky Sports hevur fólk á venjingarstøðini hjá Tottenham í London og í Madrid. Úr London verður sagt, at Tottenham venjarin, Andre Villas Boas, ikki er óður um at Gareth Bale ikki er møttur til venjing í dag.

 

Úr Madrid verður sagt, at tað ber ikki til at keypa troyggur við “Bale” á rygginum. Hetta hevur almenni Real Madrid handilin fingið boð um frá leiðsluni. Hetta fyri ikki at irritera leiðsluna hjá Tottenham.

 

Tottenham hevur í summar brynjað seg til lívið uttan Gareth Bale, sum hevur verið ein lyklaspælari hjá felagnum seinnu árini. Tottenham hevur í summar keypt Roberto Soldado, Paulinho, Nacer Chadli og Étienne Capoue, umframt at felagið er í holt við at keypa Erik Lamela frá AS Roma.

 

 Tottenham vildi eisini hava brasilska Willian frá russiska Anzhi. Her kom Chelsea í vegin og hevur eftur øllum at døma keypt brasilska miðvallaran. Tað ljóðar, at Tottenham nú vil hava Juan Mata frá Chelsea, men hesum hevur José Mourinho, venjari hjá Chelsea, avvíst.

 

Tað eru seks dagar til flytingarvindeygað letur aftur og higartil hava Premier League feløgini brúkt yvir 3,5 milliardir krónur upp á spælarar.