Tað váttar Sámal Ímundarsson, formaður í B36.
Rógvi Baldvinsson, 21 ára gamal verjuleikari, hevur verið partur av føroyska U21-landsliðnum, umframt at hann var við í landsliðshópinum hjá Brian Kerr í vetur.
Kenneth Monsen er somuleiðis 21 ára gamal. Hann er miðvallari og hevur áður spælt við Bryne í næstbestu deildini, umframt Ålgard.
- Vit kenna Rógva Baldvinsson, men vita lítið og einki um Kenneth Monsen. Teir venja við næstu dagarnar, og síðan taka venjararnir støðu til, um teir kunnu gagna liðnum. So vit fáa at síggja, sigur Sámal Ímundarsson.