Baldvinsson liðugur í Fredericia

Rógvi Baldvinsson verður helst at síggja aftur í norskum fótbólti í komandi kappingarári

Rógvi Baldvinsson við nummar 15 á troyggjuni.

Rógvi Baldvinsson, sum seinna hálvár í fjør spældi í danska felagnum FC Fredericia, skiftir í næstum til nýtt felag.

Rógvi Baldvinsson og FC Fredericia eru ikki komnir ásamt um at leingja sáttmálan, sum annars gekk út á nýggjárinum.

Seinastu vikurnar hevur Rógvi Baldvinsson vant aftur í norskum fótbólti, har hann eisini spældi áðrenn hann fór til Noregs. Hann spældi fyrst ein venjingardyst við fyrrverandi felagnum hjá sær, Ålgård, og hevur í seinastuni vant við Bryne, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

Rógvi Baldvinsson sigur, at eingin avgerð enn er tikin, hvar hann fer at spæla komandi kappingarár.

-       Tað einasta eg kann siga við vissu er, at FC Fredericia er útilukkað. Eg venji í løtuni við Bryne, men havi enn ikki avgjørt, um eg fari at spæla har komandi kappingarár.

Tað er enn eitt sindur av tíð, áðrenn næstbesta deildin í Noregi byrjar. Fyrsta umfar er ikki fyrrenn 3 apríl, tá Bryne á útivølli skal spæla ímóti fyrrverandi felagnum hjá Rógva Jacobsen, IL Hødd.