Baldrut nátt

Politiið hevur havt nógv at gera seinastu nátt, tá nógv fólk var í býnum í sambandi við Tórsfest

Politiið hevur havt nógv at gera seinastu nátt, tá nógv fólk var í býnum í sambandi við Tórsfest.

 

Tað hevur verið ein baldrut nátt hjá politinum. Nógv fólk vóru í býnum, og tað skulu sum kunnugt bert fáir til at gera lívið trupult.

 

- Vit vóru tvær ferðir í Klaksvík við fólki, sum hevði brotið politiviðtøkurnar, so teir liggja og sova har norðuri, sigur vakthavandi.

 

Eisini var talan um eitt harðskapsmál úti á bygd, har ein maður varð sligin við einari fløsku.

 

Klokkan 4.50 vóru nøkur farin avstað við einum báti út at sigla, men tíbetur vendu tey so mikið tíðliga inn aftur, at tað slapst undan at seta stóra apparatið í verk.

 

- Politiið stóð fyri teium, tá tey komu inn aftur, og førarin av bátinum varð handtikin og skuldsettur fyri at sigla við kenning. Vit vóru eisini í samband við MRCC, men hvørgin av teirra bátum vóru nærhendis, sigur vakthavandi.

 

So hesi ungu sluppu undan einari risarokning.

 

- Tað høvdu verið fleiri, ið høvdu verið handtiknir, um vit ikki skuldu koyrt allan tann langa veg til Klaksvíkar í detentiónina, men orkan er eitt sindur avmarkað, sigur vakthavandi.