Balanserað samanlegging er søgulig

Sunda kommuna er ein natúrlig samanlegging av seks javnstillaðum kommunum við drúgvum royndum í sínámillum samstarvi ? og skal fyri skattaborgaran innibera sparingar heldur enn eyka kostnaðir.

Fyrisiting

Niðurteljingin til tann 1. januar 2005 er byrjað og tær seks samanleggjandi kommunurnar við Sundalagið eru fult í gongd við sínar fyrireikingar. Sáttmálin um samanlegging varð í november undirskrivaður av fimm av teimum seks.

Hóast ivandi sálir í Hósvík enn ikki hava skrivað undir nakað sum helst, og Føroya Landsstýri enn minni í sínum núverandi standi hevur gjørt nakað fyri konfirmera ta endaligu konstellatiónina, so tykist full vissa valda um at hetta søguliga stig verður gjøgnumført til ásetta tíð.

- Her er ikki talan um nakra samanlegging av bornholmskum slag, viðmerkir skrivarin hjá Kommunufelagsskapinum í Sundalagnum, Jens Dalsgaard.

- Vit tosa ikki um dýrar og fløktar prosessir. Tvørturímóti snýr tað seg um at varðveita skipanir og útbyggja og menna eitt longu etablerað samstarv við nógvum árum á baki. Hetta er ikki ein lítil kommuna sum hektar seg uppá hjá einari fríggjandi størri kommunu; hetta er hinvegin ein balanserað avgerð, eitt natúrligt stig at taka fyri nakrar javnstillaðar smærri kommunur sum væl umhugsað kunnu gera sína umsiting effektivari við at leggja saman. Og hetta er fyrstu ferð í Føroyum at tílíkt hendir.


Røktarheim í gerð

Til kommunuvalið í november verður samanleggingin longu veruleiki og ein felags fíggjarætlan skal eisini gerast í ár fyri ta nýggju kommununa. Nýtt felags bókhald og ein nýggj felags skipan fyri journalir skal eisini verða klárt til ársbyrjan 2005. Kommunuskattur verður felags við sama skattaprosenti og harafturat skal samtykkjast ein felags stýriskipan, so tað skerst ikki burtur at nógv arbeiði liggur fyri framman, ikki minst hvat viðvíkur at fáa allar formligar staðfestingar og góðkenningar upp á pláss.

Men Jens Dalsgaard ber ikki ótta fyri lógarligum finurligheitum í sambandi við samanleggingina av Hósvík, Hvalvík og Streymnes, Saksun, núverandi Sunda kommuna við Oyri, Oyrabakka og Norðskála, Haldarsvík íroknað Langasand og Tjørnuvík, og Gjáar kommunu.

- Tann nýggja Sunda Kommuna yvirtekur bæði skyldur og rættindir hjá teimum samanleggjandi kommunalu eindunum. Hetta er jú ikki nakað partafelag men ein almennur myndugleiki sum verður sameindur; møgulig krøv móti støkum kommunalum eindum verða yvirførd til ta nýggju felags eindina.

- Eg dugi ikki at síggja nakrar komplikatiónir í hesum tí hetta er eitt væl regulerað lógarøki, vit hava jú kommunulógina. Fortreytin her er tað traditionella samstarvið hjá hesum kommunum; tí kunnu eisini funktiónir halda fram sum tær hava gjørt. Úrslitið av samanleggingini verður betri møguleikar til góða planlegging og betri tænasta til borgaran.

Millum tey størru nýggju projektini sum kommunurnar í Sundalagnum arbeiða við kann nevnast eitt røktarheim í Streymnesi, eitt projekt kommunurnar í nógv ár hava arbeitt við.