Síðan á middegi í dag hevur B71 skipað fyri barnatiltaki á Ljósafløtti á Sandi, nú Sands kommuna saman við feløgum í oynni skipar fyri seinsummardøgum.
Tiltakið hjá B71 heldur fram til klokkan 21 í kvøld, og her er eitt nú hoppiborgir, candyfloss og poppkorn.
Dagurin í dag byrjaði við, at kommunan bjóðaði morgunmat á Mørkini Miklu, og her nýttu nógv fólk høvi at savnast til ein góðan morgunmatarbita, prát og hugna.
Í dag hava annars nógvar ymiskar og forvitnisligar framsýningar verið á skránni, eitt nú í gomlu bygdarsøvnunum.
Klokkan 17 í dag fór Virkið at selja leskiligar seinsummarbúffar og ymiskar barnamatskráir, og her verður selt til klokkan 21 í kvøld.
Í kvøld millum klokkan 21 og 23 verður bál og felagssangur Niðri á Hamri, og her verða eisini harmonikutónar at hoyra.
Kvøldið í kvøld endar við dansi í Virkinum, har Hans Jacob og vinmenn fara at spæla til klokkan 04, og her eru allir góðir karmarn um eitt gott dansikvøld.