Skip
Síðan trolararnir, Bakur og Stelkur, komu sum nýbygningar úr Spaniu, hava skipini fiskað væl. Hetta eru góð skip við góðum fasilitetum til manningina. Men ein trupuleiki við skipunum hevur verið, at tey hava rullað so illa.
Olaf Olsen sigur, at teimum dámdi lítið, tá ið spanska skipasmiðjan, M.Cies í Vigo, helt uppá, at stabiliseringstangarnir skuldu liggja niðri í botninum á skipunum.
- Vit væntaðu ongantíð, at hetta fór at rigga serliga væl og trúðu tí heldur ikki uppá hetta. Útrokningar hjá spaniumonnum søgdu hinvegin, at hetta bar til. Royndirnar við skipunum, síðan tey fóru til fiskiskap, hava tó víst, at vit høvdu rætt, sigur Olaf og vísir á, at tað er ikki altíð, at útrokningar svara til veruleikan.
Nýggjar kjølar
Nú skipini eru í Spaniu til garantieftirlit, hava tey eisini fingið nýggjar slengrikjølar sum skulu tey skipini róligari í sjónum.
Olaf Olsen sigur, at spanska skipasmiðjan sjálv ber kostnaðin av hesum arbeiði, tí hetta var ein "kiksari" hjá skipasmiðjuni, sum hann sjálvur tekur til.
- Nýggju slengrikjølarnir eru longri og øðrvísi enn teir, ið skipið upprunaliga hevði. Nýggju kjølarnir standa sum ein tríkantur inn á skipið við spíssinum úteftir.
Hann sigur, at slengrikjølar av hesum slagnum eru á onkrum føroyskum línuskipi, og teir vísa seg at rigga væl.
- Vit vænta og vóna tí, at skipini nú verða betri í sjónum, sigur Olaf Olsen.
Bakur og Stelkur fóru úr Føroyum, 22. juli og verða væntandi lidnir í Spaniu nú um vikuskiftið. Heimferðin tekur eini 5-6 samdøgur og so skjótt, skipini eru komin heimaftur, fara tey aftur til fiskiskap.
Í Spaniu eru skipini eisini málaði av nýggjum.









