Fiskivinna
Nýggju skipini hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, hava fiskað óføra væl, síðan tey fóru til fiskiskap, 6. januar í ár.
Ólavur Samuelsen, skipari, sigur, at tá ið skipini seinast landaðu í Hanstholm, 14. mai, høvdu tey fiskað tilsamans 2100 tons.
Hetta er óføra góð veiða.
Skiparin vísir á, at eitt tað besta árið hjá Skrápi og Gorpi var næstsíðsta ár; tá fiskaðu skipini tilsamans 3300 tons.
- So, her vanta bara góð 1000 tons í somu veiðinøgd, hóast vit bert hava fiskað í góðar 4 mánaðir, sigur hann.
Meginparturin av veiðini hjá Beta-skipunum er upsi, og upsin hevur havt lítlan prís seinastu tíðina. Kortini er veiðivirðið hjá skipunum farið um tær 10 milj. krónurnar.
Spurdur, hvør orsøkin er til, at tað hevur gingið so væl at fiskað, sigur Ólavur:
- Skipini eru væl útgjørd á brúnni við góðum tólum eins og onnur nýggj skip í dag. Haraftrat kemur, at tey orka væl at tóga. Tógað verður við 3-4 míla ferð, sum er vanligt. Men tá ið tógað verður upp ímóti, orka hesi skipini nógv betur at halda ferðina. Tey trekkja nógv betur, sum hann tekur til.
Tey gomlu skipini hjá felagnum hava nógv minni tógmegi, og tá ið tógað verður upp ímóti, og veðrið er sjaskut, gongur ongan veg
Skiparin sigur, at skrúvan er tað, teir kalla, reduserað, soleiðis at alt gongur so friðarliga fyri seg.
Rulla illa
Ólavur sigur, at nógv hevur verið fokuserað uppá, at Bakur og Stelkur rulla illa, og tað er rætt.
- Skipini rulla illa, men tað hevur sína orsøk. Stabiliseringstangarnir virka ikki, sum teir skulu, men hetta er eisini tað einasta negativa, sum sigast kann um hesi annars so frálíku skip. Tangarnir liggja ov niðarliga í skipinum, og tað er ivaleyst hetta, sum er trupulleikin. Sum eg havi skilt, var reiðarin, Olaf Olsen, skeptiskur um, at stabiliseringstangarnir skuldu liggja niðri í botninum á skipunum, men spaniumenn vildu sannføra hann um, at hetta var í lagi. Teir søgdu, at skipini fóru ikki at rulla kortini, men hetta hevur ikki hildið.
Skiparin sigur, at reiðaríið nú umhugsar, hvussu hesin trupulleiki skal loysast, áðrenn veturin kemur aftur.
- Tosað verður um at byggja íslendskar slengrikjølar undir skipið. Eg havi skilt, at hetta er eitt nýtt patent, sum íslendingar hava gjørt. Tosað verður eisini um at byggja nýggjar stabiliseringstangar frammanfyri brúnna.
Ólavur ivast ikki í, at hesir trupulleikar verða loystir, soleiðis at skipini fara at rulla minni.
Hann leggur aftrat, at nýbygningarnir annars roynast væl í sjónum, og fiskast kann í at kalla øllum veðri.
Væl nøgdir
Skiparin heldur tað vera ógvuliga keðiligt, at nýggju skipini, Bakur og Stelkur, hava fingið tað orð á seg, at tey rulla so illa, tí hetta er ein trupulleiki, sum kann loysast. Skipini roynast annars ógvuliga væl og hava nógvar dygdir.
Ólavur vísir á, at manningarumstøðurnar umborð eru av teimum bestu, ið hugsast kunnu. Hvørt kamar hevur egið wc og brúsu, og har eru innstalatiónir til eitt nú sjónvarp og teldu. Í messuni eru allir fasilitetir, sum manningin ynskir sær.
Hann sigur, at arbeiðið, sum maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, hevur gjørt, er fyrimyndarligt, og bæði á dekkinum og í lastini virkar alt av tí besta.
Allur ísurin verður gjørdur umborð, og henda skipanin virkar av tí besta.
- Orkan er so stór, at okkum kemur ongantíð at vanta ís. Dygdin á fiskinum er góð; tað hava vit fingið at vita bæði í Føroyum og uttanlands, nú verkfall er, og fiskurin verður landaður uttanlands, sigur Ólavur Samuelsen, skipari, at enda.
Tilsamans 14 mans eru við Baki og Stelki hvønn túrin, og skipanin er hon, at teir eru tríggjar túrar umborð og ein í landi.
Hin skiparin er Kjartan Egholm.
Fish Fair
Tá ið North Atlantic Fish Fair var í Saltangará herfyri, lógu Bakur og Stelkur tann eina dagin við bryggjuna til framsýningar. Spanska skipasmiðjan, sum bygdi skipini, hevði bás á messuni.
Væl av fólki nýttu høvi at vitja umborð, og tað gjørdu umboðini fyri skipasmiðjuna eisini.