Bakur fekk um skrúvuna

Ísfiskatrolarin bleiv sleipaður heim frá fiskiskapi

Brimil er í løtuni á veg á Runavík við ísfiskatrolaranum Bakur, aftaná at verjuskipið hevur sleipað trolaran heim. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC.

Tað var um midnáttarleitið, at MRCC fekk eina fráboðan frá skiparanum umborð á Baki, at teir høvdu fingið okkurt um skrúvuna. Tá vóru teir staddir til fiskiskap á Fugloyarbanka, har teir í seinastu hava roynt eftir upsa. 

Brimil fór út at hjálpa teimum og fyri løtu síðan komu Brimil og Bakur á Skálafjørðin aftur.