Bakteriur í vatninum í einum parti av høvuðsstaðnum

Bakteriur eru staðfestar í vatninum á Eystaru kai

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at bakteriur eru staðfestar í vatninum á Eystaru kai.

– Mælt verður tí til at kóka vatnið áðrenn drukkið verður, sigur kommunan.

Talan er um vatnið á hesum støðum:

Økið fram við vegnum yviri við Strond, frá tyrlupallinum og heim á kaiøkið, og økið fram við Tórgarðsgøtu við síðugøtum niðan til Eysturskúlan.

Hendan áheitan verður galdandi, inntil nærri boð verða givin. Fleiri kanningar verða gjørdar og úrslitið fyriliggur í morgin.