Tórshavnar kommuna heitir í dag á sínar borgarar í Kollafirði um at kóka vatnið, aftaná tað er vorði staðfest bakteriur í drekkivatninum.
Tað eru kanningar, ið kommunan hevur gjørt av vatninum í Kollafirði mánadagin 10. august, ið hava staðfest, at vatnið er dálkað.
Kommunan upplýsir, at vatnið er fongt við smáum nøgdum av koliformum bakterium, men at vandamikla e-coli bakterian ikki er funnin.
Mett verður, at tað er vatnið sum kemur oman úr haganum, ið er sera illa dálkað, men upplýst verður samstundis, at einki óvanligt er at síggja í haganum, har vatnið verður savnað.