Bakterian er vanlig nú

Bakterian kampylobaktor er orsøk til diaré ella leyst lív. Vit hava bara ikki vitað av henni.

- Kampylobaktorbakterian er vanlig nú. Vit hava bara ikki vitað so nógv um hana áður, sigur Jens Andreassen, lækni.

- Bakterian er orsøk til diaré. Hon er vanligasta orsøk til blóðuga diaré við fepri, sum vit ikki fyrr vistu orsøkina til, sigur Jens Andreassen.

- Vit hava 1000 tals bakteriur, men vit vita ikki altíð, hvør teirra er orsøk til hvat. Tær skulu vera har, javnvág skal vera í, um ein tekur yvirhond, so er ójavni í.

- 5000 bakteriur skulu til, fyri at smitta. Hetta er einki stórt tal. Tær skulu gjøgnum munnin, við mati t.d., sigur Jens Andreassen.

Í 1996 vóru 15 tilburðir av kampylobaktor í Føroyum. Talið er skiftandi frá ári til árs.

- Í Danmark liggur talið um 1200 kampylobaktor tilburðir árliga, so umleið 15 eigur at passa væl. Vanliga siga vit, at talið er 100 ferðir lægri í Føroyum. Serliga verða børn rakt, men sjálvsagt eisini eldri fólk, sum ikki hava góða immunskipan, sigur Jens Andreassen.

Bakterian finst í svíni, seyði og fugli. Hon smittar frá fólki til fólk, t.d. børn, um reinførið ikki er í lagið.

- Sjúklingurin útskilir bakteriuna, t.d. við skarni, úr 2 til 7 vikur. 2 til 10 dagar ganga, áðrenn tann smittaði merkir sjúkuna. Síðani kemur blóðug diaré. Fepurin er um 38 stig, kanska 40. Sjúklingurin fær magapínu. Seinni koma ofta sonevndar immunreaktiónir; okkurt lið, albogi ella knælið, ger vart við seg, men hetta hvørvur av sær sjálvum. Sjúklingurin gerst frískur uttan viðgerð eftir einari viku ella 14 døgum. Gongur longri tíð, er heilivágur neyðugur, sigur Jens Andreassen, lækni, ið mælir fólki til at kóka svínakjøt, fugl, seyð og mat annars.

Sannlíkt er, at talan er kampylobaktor bakteriu, ið hevur eftirnavnið jejuni, sigur Jens Andreassen, ið ikki heldur samanburð millum kompylobaktor og salmonella vera uppá pláss. Salmonella kann lagrast í kroppinum, soleiðis at hon ongantíð hvørvur heilt. Hetta sær ikki út til at vera galdandi við kampylobaktor bakteriuni, sambært Jens Andreassen.