- Vit fingu vánaliga ráðgeving frá okkara grannskoðara. Ráðgeving, ið seinni skuldi vísa seg at vera skeiv. Tað sigur Bogi Andreasen, annar av stjórunum í Five Star Entertainment, sum fór á heysin og harvið kostaði landskassanum 277.000 krónur í mistum meirvirðisgjaldi.
Bogi Andreasen greiðir frá, at felagið frá sínum grannskoðara, Rasmussen & Weihe (seinni Nota, sum í dag eitur Januar, red.) fekk at vita, at felagið skuldi ikki rinda meirvirðisgjald fyri sítt virksemi. Virksemið felagsins var at skipa fyri konsertum við stórum, altjóða nøvnum.
- Seinni fáa vit so at vita frá grannskoðanini, at hetta er kortini ikki so. Og við hesum boðum fylgdi so ein mvg-rokning á hálva millión ella so. Og tað feldi felagið, sigur Bogi Andreasen ídag.
Hans Laksá, stjóri í Nota, minnist aftur á trætuna við Five Star Entertainment.
- Eg kann kategoriskt vísa aftur, at vit hava ráðgivið á handa hátt. Eg minnist, at okkara skattaserfrøðingur tosaði við ein av eigarunum, men har eru reglurnar also rímuliga greiðar, sigur Hans Laksá.
Sambært Boga Andreasen fór henda ”ráðgeving” til Five Star Entertainment fram umvegis telefonina. Teir hava tó einki skrivligt tilfar um ráðgevingina, og kunnu tí ikki prógva hana. Sambært Hans Laksá hevur Nota (sum tá æt Rasmussen & Weihe) ongantíð givið slíka ráðgeving, hóast partarnir tosaðu í telefon. Her stendur also pástandur móti pástandi.
- Hvussu kann tað bera til, at fyrstu roknskapirnir eru grannskoðaðir og góðkendir, áðrenn grannskoðarin eftirfylgjandi ger varug við meirvirðisgjaldið, spyr Bogi Andreasen ídag.
- Vit vístu meirvirðisgjaldið í roknskapinum fyri 2008, sum var fyrsta árið við stórum virksemi í felagnum, sigur Hans Laksá ídag.
Eftirspælið bleiv, sambært báðum pørtum, ikki stórt meira enn at báðir partar hildu uppá sítt. Ein roynd var gjørd at fáa Taks at gera avtalu um eina longri afturgjaldstíð, men tað var til fánýtis.
Pengar mangla
Tað var also eitt smápartafelag við eini rímuliga stórari eykarokning, sum í 2009-2010 skuldi fóta sær. Partapeningurin var bara 81.000 krónur, og sambært Boga Andreasen vóru ikki nógvir pengar í felagnum, hóast konsertin við Bryan Adams á sumri 2008 hevði givið eitt rímuligt yvirskot.
Kortini bleiv ongantíð aktuelt at seta fleiri pengar í felagið.
- Vit høvdu ikki meira at seta í. Vit gjørdu eina roynd at útvega kapital, men tað vísti seg at vera sera trupult, sigur Bogi Andreasen, og peikar á niðurgangstíðirnar í samfelagnum um hetta mundið.
Spurdur, hvørt eigararnir ikki sjálvir kundu komið við meira kapitali enn tær tilsamans 81.000 krónurnar, sum teir upprunaliga settu sum partapening í smápartafelagið, dregur Bogi Andreasen á svarið.
- Vit høvdu følarar úti ymsastaðni, men tað var trupult, ljóðar afturvendandi svarið frá nú fyrrverandi stjóranum.
Sambært Boga Andreasen var Five Star Entertainment annars gott pappír, eitt gott brand við góðum goodwill, sum hevði prógvað at tað ber til at fáa heimsnøvn til Føroya.
- Vit høvdu prógvað tað, bæði við Bryan Adams og Elton John, og fleiri heimsnøvn vóru áveg. Vit høvdu Alan Jackson og Tom Jones á kalendaranum, og báðir høvdu játtað at koma hendavegin, sigur Bogi Andreasen.
Spurdur, um hetta ikki júst átti at verið orsøk til at seta fleiri pengar í felagið, dregur Bogi Andreasen aftur á svarið.
- Tað vísti seg at vera trupult, ljóðar svarið enn einaferð.
Spurdur, hví eigararnir sjálvir ikki kundu koma við fleiri pengum, fyri á tann hátt at bjarga felagnum undan húsagangi, dregur Bogi Andreasen enn einaferð á svarið.
- Tað vóru rímuliga nógvir pengar, ið skuldu til. Og við mvg-rokningini var tað líkasum at luftin fór úr ballónini hjá okkum. Tað krevur sera nógv at skipa fyri slíkum konsertum, og so merktu vit eisini niðurgangstíðirnar í samfelagnum.
Moralska skyldan
Hvørki amerikanska country-stjørnan ella walisiski stórsjarmørurin komu hendavegin. Í staðin endaði Five Star Entertainment í skiftirættinum.
- Eingin av okkum ynskti tað. Vit royndu at fáa eina gjaldsavtalu við Taks, men tað var vónleyst, sigur Bogi Andreasen.
Spurdur, hví júst Five Star Entertainment skuldi fáa seravtalu við Taks, tá mvg-lógin neyvt ásetir, hvussu og hvussu ofta meirvirðisgjald skal rindast, svarar Bogi Andreasen stutt:
- Tað er væl ikki óvanligt, at Taks ger slíkar avtalur.
Nú fyrrverandi stjórin kann tó ikki vísa á dømi um slíkar avtalur.
Sjálvur er Bogi Andreasen fyrrverandi varaborgarstjóri í Tórshavanar Býráð, hevur í fleiri umførum verið varamaður á løgtingi, og hann er í dag býráðslimur í høvuðsstaðarkommununi. Dennis Holm er í dag borgarstjóri í Vági. Og úr privata vinnulívinum er Petur Háberg Jacobsen við sínum leikluti í P/F Krúnborg at meta sum ein tungvektari. Vit spyrja tí Boga Andreasen, um hann kennir nakra moralska skyldu, nú hansara smápartafelag hevur viðført landskassanum eitt tap á 277.000 krónur.
- Jú, tað er ótrúliga óheppið at man kemur í slíka støðu. Í hesum føri ynsktu vit at fáa eina gjaldsavtalu, men tað bar ikki til. Vit fingu ikki møguleika at gjalda, sigur Bogi Andreasen, og peikar aftur á Taks, sum sambært teimum ikki var við uppá eina gjaldsavtalu.
Sum býráðspolitikari var Bogi Andreasen í Degi & Viku herfyri, har hann vísti á tað principiella í at tað almenna ikki eigur at lofta privatari skuld. Hetta var í samband við málið um privatu kunningarstovuna í høvuðsstaðnum, sum eftir fíggjarligar trupulleikar mátti loftast av almenna kommunukassanum.
Bogi Andreasen flennir, tá vit presentera samanberingina við hansara egna virksemi í Five Star Entertainment, har landskassin nú má avskriva skuld hjá hansara egnu, privatu fyritøku.
- Jú, tað kanst tú kanska siga. Men so allíkavæl ikki, sigur Bogi Andreasen og argumenterar aftur við, at teirra fyritøka fekk ikki møguleika at gjalda.
Nýggjasti roknskapurin frá Five Star Entertainment er frá 2009. Tí er ógreitt, hvussu heimsnavnið Elton John, sum spældi á Tórsvølli 29. juni 2010, ávirkaði fíggjarstøðuna í felagnum.