- Vit mugu tíverri staðfesta, at umboðið hjá tí flokki, sum vit hava rikið atkvøður til, ikki hevur lagt fram nakað alternativ til daganiðurskurð til tess at náa hesum málum um lívfrøðiliga burðardygga og búskaparliga gevandi fiskivinnu.
Soleiðis siga teir báðir í lesarabrævi, teir hava sent bløðunum. Hóast teir báðir koma úr ávikavist Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, so stillaðu báðir upp fyri Sjálvstýrisflokkin seinast og siga, at teir fóru til val fyri Sjálvstýrisflokkin til seinasta løgtingsval við lyftinum um burðardygga fiskivinnu, og hana vilja teir hava.
- Fyrsta fortreytin fyri at fiskivinnan skal kunna dríva samfelagshjólini er, at hon er burðardygg. Vit mugu ikki lata gýtingarstovnar minka niður um lívfrøðiligu tilráðingarnar – og vit mugu ikki taka fiskin ov tíðliga. Hetta er burðardygg fiskivinna lívfrøðiliga sæð. Búskaparliga skal veiðan helst minkast enn meira, tí fyri at vinnan aftur skal fáast at geva yvirskot, so er neyðugt, at munandi færri skip eru í vinnuni enn í dag, siga teir báðir ónøgdu sjálvstýrismenninir.