Bakkafrost veksir aftur um flotan

Nú hevur alirisin aftur keypt eitt veitingarskip úr Noregi

Bakkafrost veksur um flotan og nu hevur alifelagið aftur keypt eitt veitingarskip úr Noregi. Tað er eitt lið í íløguætlanini fyri virksemið í Skotlandi, at Bakkafrost hevur keypt eitt nýtt tænastuskip.

Í hesum sambandi hevur Bakkafrost skrivað undir sáttmála við norska felagið, Eidesvik Shipping, um at keypa Viking Athene, sum hevur verið veitingarskip í norsku frálandavinnuni. Viking Athene er systurskip til tænastuskipið M/S Martin, sum Bakkafrost keypti í 2016.

– Ætlanin er at byggja skipið um til tænastuskip í alingini, eins og gjørt varð við Martin og Róland, sigur Bakkafrost í eini fráboðan.

Ein nýggj avlúsingarskipan, og útgerð í samband við tilbúgving, verður sett í skipið. Nú skipið verður yvirtikið og skrásett, skulu ymiskar umbyggingar og tillagingar gerast til okkara tørv. Skipið væntast at verða klárt til at fara í vinnu um Ólavsøkumundið, sigur Sverri Kjærbæk, rakstrarleiðari hjá Bakkafrost.

Nýggja tænastuskipið er 73,4 metrar langt og 16,6 metur breitt og fær navnið Bakkanes. Skipið kemur at arbeiða á aliøkjunum á vestursíðuni av Skotlandi, sigur Sverri Kjærbæk.