Bakkafrost vann móti Norwegian

Bakkafrost fekk í morgun eina virðisløn fyri at duga best at kunnað virðisbrævamarknaðin um sítt virksemi.

Bakkafrost fekk í morgun Stockman-heiðurslønina. Heiðurslønin verður handað tí virðisbrævaskrásetta felagið, sum hevur dugað best at kunna fíggjarheimin og virðisbrævamarknaðin um sítt virksemi, og sum hevur skrivað tey bestu ársritini. 

 

Bakkafrost vann í bólkinum fyri smærri- og miðalstór virki. Kappingarneytarnir hjá Bakkafrost í finaluni vóru flogfelagið Norwegian, ítróttarhandilsketan XXL og norska reiðaríið Høegh LNG.

 

Bakkafrost fekk serliga nógva viðurkenning fyri sína opnu, álítandi og sambærligu kunning, sína javnviðgerð av leikarunum á marknaðinum, sínar ársroknskapir og viðmerkingar, frágreiðing nevndarinnar, framløgu av úrslitum og sína virkisleiðslu.