Tað skrivar danski flogmiðilin check-in.dk.
Miðilin veit at siga, at nýggja flogfelagið umhugsar at brúka Boeing flogfar av slagnum 757 ella 767. Ikki er greitt enn, um felagið fer at keypa ella leiga eitt flogfar, ella um felagið sjálvt fer at hava handilsligu rakstrarloyvini (AOC) um hendi, ella um felagið fer at flúgva við loyvi hjá øðrum felag.
Tað er Birgir Nielsen í Havn, sum er stjóri í nýggja flogfelagnum.
Lesið eisini: Føroyingar gera nýtt flogfelag
Tað er kortini greitt, at talan verður um beinleiðis flogferður úr Vágum til USA við einum flogfari, sum lýkur tey krøvini, sum skulu til at flúgva so langar teinar. Flogfør sum Boeing 757-200 ella Boeing 767-200 við serliga sterkum motorum megna at lenda á 1.800 m langa flogvøllinum í Vágum.
Lesið eisini: Stjórin: Vit vóna at flúgva í ár
Boeing 757 kann lyfta millum 34 og 36 tons, meðan Boeing 767 klárar 42 tons.
Og sambært check-in.dk eru tað slíkum flogførum, sum nýggja flogfelagið leitar eftir.