Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 235 milliónir krónur fyrsta árfjórðing 2015. Samanborið við rakstrarúrslitið fyrsta árfjórðing 2014 er hetta ein hækking á 27 prosent, tá ið rakstrarúrslitið var 186 milliónir krónur. Úrslit eftir skatt var 132 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing 2015.
Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 195 milliónir krónur fyrst ársfjórðing 2015. Liðugvøruframleiðslan, hevði eitt rakstrarúrslit á 22 milliónir krónur. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstrarúrslit á 55 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing 2015.
– Vit fegnast um góða úrslitið fyrsta ársfjórðing 2015 og positivu gongdina á øllum trimum virkisøkjunum, sum øll høvdu eitt gott rakstrarúrslit. Bakkafrost byrjaði at framleiða laksafóður við reinsaðum lýsi, og fyrsta aliøkið fekk ASC góðkenning í fyrsta ársfjórðingi. Bæði hesi átøk vísa, at Bakkafrost áhaldandi arbeiðir við at menna sítt virksemi. Bakkafrost er í løtuni í gongd við stórar útbyggingar, sum eru komnar væl áleiðis. Nýggi brunnbáturin »Hans á Bakka« verður væntandi latin Bakkafrost í juni mánaði og verður væntandi í Føroyum tvær vikur seinni. Stóra útbyggingin á Glyvrum gongur eftir ætlan, og bygningarnir byrja at taka skap, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Tann 31. mars 2015 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 227 milliónir krónur í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost hevði ótroyttar kredittir á 971 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2015, og solvensurin var 61 prosent.