Bakkafrost selt smoltstøðina í Svínoy

Eftir ætlan fer nýggi eigarin at brúka støðina í Svínoy til aling av føroyskum rognkelsum.

Fyri at gera sítt virksemi munadyggari, hevur Bakkafrost tikið avgerð um at flyta smoltvirksemið í Svínoy til aðrar nýliga útbygdar smoltstøðir í Norðoyggjum.

 

- Henda tilgongd er nú liðug, og gamla smoltstøðin hjá Bakkafrost í Svínoy er seld Sjúrði Jacobsen. Eftir ætlan fer nýggi eigarin - ið er sonur Bjarna Jacobsen, sum bygdi smoltstøðina í áttatiárunum - at brúka støðina til aling av føroyskum rognkelsum.

 

Tað veit Bakkafrost at siga á sínari heimasíðu í dag.

 

- At virksemið heldur fram á smoltstøðini í Svínoy, er gleðiligt fyri fólkið í oynni, Bakkafrost og fyri føroyska samfelagið sum heild.

 

Bakkafrost leggur stóran dentur á - um til ber - at brúka føroyskar veitarar, har hesir eru kappingarførir, og tí fer Bakkafrost at fylgja væl við, hvussu fer at gangast við verkætlanini at ala dygdargóð føroysk rognkelsi í Svínoy.

 

- Vit ynskja nýggja eigaranum bestu eydnu við støðini, og vit vóna, at eitt gott framtíðar samstarv kemur burtur úr nýggja virkseminum - til frama fyri nýggja eigaran, Bakkafrost og alt fólkið á staðnum, siga tey á Bakkafrost.