Bakkafrost selt lánsbrøv fyri hálva mia.

Bakkafrost hevur í dag selt lánsbrøv fyri 500 milliónir norskar krónur, sum verða afturgoldin seinast 14. februar 2018.

Bakafrost sigur, at tað stóð ikki á at selja, og tekningin til lánsbrøvini varð yvirteknað eftir eini løtu. Regin Jacobsen, forstjóri, er væl nøgdur;

-Vit eru fegin um, at sølan av lánsbrøvum gekk so væl. Hetta er ein rættiliga óroyndur háttur at fíggja vinnuvirksemi í Føroyum, og Bakkafrost hevur nú støddina og eginleikarnar til at kunna upptaka slíka fígging. Hartil er hetta ein góður háttur at fjøltátta okkara fígging, sigur Regin Jacobsen.