Á eykaaðalfundi í P/f Bakkafrost Holding á Glyvrum týsdagin vórðu tríggir nýggir limir valdir í nevndina. Nýggju nevndarlimirnir eru Rúni M. Hansen, Hoyvík, Johannes Jensen, Tórshavn, og Trine Sæther Romuld, Stavanger. Hesi vórðu vald í nevndina fyri nevndarformannin Líggjas í Bø, Hans Jacobsen, ein av stovnarunum av Bakkafrost, og Óla Mortensen.
Rúni M. Hansen, ið varð valdur til nýggjan nevndarformann, heldur spennandi avjóðingar vera fyri framman hjá felagnum.
?P/f Bakkafrost Holding verður um ársskiftið lagt saman við P/f Vestlax Holding, og í løtuni verður fyrireikað at skráseta samanlagda felagið á keypsskálanum í Oslo fyrra hálvár næsta ár. Møguligt verður tá at keypa partabrøv í einum sera spennandi felag,? sigur Rúni M. Hansen.
Bakkafrost arbeiðir saman við Nordea í Noregi og Føroya Banka í Føroyum við skrásetingini. Norðmenn, ið eru størstu aliframleiðarar í heiminum, halda Bakkafrost vera eitt sera spennandi felag at fáa á børsin í Oslo, tí rakstrarúrslitini, lyklatølini og góða gongdin seinastu árini hjá Bakkafrost vekja ans teirra millum.
Nevndin í P/f Bakkafrost Holding er nú mannað soleiðis: Rúni M. Hansen, Hoyvík, Odd Eliasen, Fuglafjørður, Johannes Jensen, Tórshavn, Trine Sæther Romuld, Stavanger, Annika Frederiksberg, Runavík og Virgar Dahl, Tórshavn.










