Bakkafrost má fyribils gevast í Russlandi

Stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen væntar, at tað fer at kosta felagnum millum 240 og 300 milliónir krónur í mistari inntøku, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi, Rosselkoznador, hava gjørt av, at Bakkafrost ikki sleppur at flyta alifisk til Russlands eftir 10. februar

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti sigur við Kringvarpið, at verður alt Bakkafrost samtakið tikið undir einum, so svarar tað til 2-3 prosent av samlaða útflutninginum hjá felagnum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava steðgað innflutningi frá føroyskum fyritøkum. Bæði Varðin Pelagic á Tvøroyri og Næraberg hava verið rakt av banni áður, men útflyta í dag aftur til Russlands.

Regin Jacobsen sigur, at útflutningur til Russlands er minkaður rættiliga nógv seinasta hálvtannað árið, tá ið Russland stóð fyri 30 prosentum av útflutninginum hjá Bakkafrosti av aldum laksi.

Skipanin í Russlandi virkar soleiðis, at tey góðkendu virkini fáa grønan lit í yvirlitinum hjá myndugleikunum. Er illgruni um okkurt, fáa tey gulan lit, meðan tey verða reyð, tá bann verður sett í verk. Ein annar alari í Føroyum, Mowi, sum er gamla Marine Harvest, er komið á gula listan hjá russum, skrivar KVF.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kunnar á síni heimasíðu um, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi koma á vitjan einaferð í ár, men at enn er eingin dagur ásettur fyri vitjanina.