Bakkafrost keypt nýtt skip

Herfyri segði Regin Jacobsen við Rás2, at Bakkafrost arbeiddi uppá at útvega sær eitt tænastuskip, ið skuldi verða við í arbeiðnum at basa laksalúsini.

 

Regin Jacobsen segði tá, at felagið hevur havt samband við útgerðarfeløg í oljuvinnuni, sum høvdu ein yvirkapasitet í sínum flota.

 

Nú hevur Bakkafrost keypt skipið. Talan er um ”Havila Princess”, sum er keypt frá norka reiðarínum Havila.

 

Skipið er fyrrverandi tænastuskip úr aðrari vinnu enn alivinnuni og tískil skal ein skipan gerast til umborð, so skipið m.a. kann verða við í arbeiðnum, at reinsa laksin fyri lús. Skipið, ið er 73,5 m langt og 16,6 m breitt, hevur 2 skrúvur til framdrift og hevur 2 síðuskrúvur framman og aftan. Skipið er útgjørt við DP (Dynamic Positioning) og hevur eitt stórt arbeiðsdekk upp á 704 m2.  

 

Eftir ætlan fær skipið navnið ”Martin” og skal setast í rakstur eftir ársskiftið, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í dag. Bakkafrost hevur seinastu tíðina søkt eftir tveimum manningum at manna skipið.

 

Havila Princess kostaði 250 milliónir krónur, tá hon bleiv bygd í 2005.