Bakkafrost ger íløgur fyri eina milliard

Komandi fimm árini fer Bakkafrost at gera íløgur fyri tilsamans 1,07 milliardir. Samstundis verður virksemið hjá fyritøkuni miðsavnað inni á Glyvrum

Í 2017 fer eitt 13.000 fermetrar stórt virki at standa liðugt inni á Glyvrum.
Men tá er tað eisini mest framkomna virki í heiminum.
- Tað er neyðugt, at vit fylgja við. Tað, sum var nóg gott fyri seks árum síðani er ikki nóg gott í dag, sigur Regin Jacobsen.
Útbyggingin verður gjørd í stigum.
Talan verður um fimm byggistig, og íløgan árliga verður 170 milliónir krónur, tó soleiðis, at árini 2014 og 215 verða íløgurnar 110 milliónir krónur hægri, tí Bakkfrost skal byggja ein brunnbát, ið verður 70 metrar langur og tekur heili 450 tons.
- Hetta verður í sjálvum sær kollveltandi, tí tá kanst tú taka ein heilan ring í einum. Sum nú er, kann tað taka upp í 10 ferðir at tøma ein ring. Tað fer tí eisini at lætta munandi um arbeiðið, tí tá sleppa menn undan at snara nótirnar upp í 10 ferðir, áðrenn ringurin er tómur, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at teir fyrst fara undir at byggja eitt nýtt kassavirki, so øll framleiðsla av flamingokassum verður savnað á einum stað. Sum er verða kassar gjørdir bæði á Argjum og í Klaksvík.
- Tá framleiðslan er savnað á Glyvrum, verður kapasiteturin meira enn tað dupulta av tí hann var í Klaksvík og á Argjum tilsamans, sigur Regin Jacobsen.
Tað arbeiðið skal gerast longu í ár, og tað verður eisini økt um smoltframleiðsluna soleiðis, at fiskurin skal ganga á landi, til tey eru 150 gramm.

Møguleikar og sparingar
Í 2014 verður byrjað at savna kryvjingina hjá felagnum, og tað er nakað, sum heldur fram í 2015. Somuleiðis verður roknað við, at nýggi brunnbáturin verður bygdur hetta tíðarskeiðið.
- Vit fara eisini at fáa nyggja aliútgerð, ið tolir meira enn verandi ringar, so til ber at ala í meira harðbalnum økjum, sigur Regin Jacobsen.
Bakkafrost er eitt av 15 feløgum í heiminum, ið situr á 80% av framleiðsluni.
- Okkara mál er at vera eitt føroyskt fyritøka á altjóða marknaðinum, og tí er neyðugt at byggja út. Tað hevði kunna lønt seg at flutt virksemið til Pólland, tí har eru lønirnar bara 15% av tí, tær eru í Føroyum. Men tað ynskja vit ikki, sigur Regin Jacobsen.
Nýggja virkið verður miðsavnandi og gevur heilt nýggjar møguleikar.
- Tað fer at bera til at fáa fiskin livandi inn á virkið um morgunin, og síðani senda hann pakkaðan avstað seinnapartin. Í dag kunnu ganga tveir dagar frá tí hann er kruvdur, til hann verður pakkaður, sigur Regin Jacobsen.
Eisini fer miðsavnanin av virkinum at merkja eina sparing í flutningsútreiðslum á millum 50 og 70 milliónir krónur.
- Vit kunnu uppliva at upp í 15 trailarar við kassum skulu flytast um dagin. Nú fer at bera til at pakka fiskin á sama stað, har hann verður slaktaður, sigur Regin Jacobsen.
Umleið 600 fólk arbeiða hjá Bakkafrost, og Regin Jacobsen lovar, at eingin verður uppsagdur.
- Tað fer sjálvandi at merkja eina økta farleið til arbeiðis hjá fleiri, men vit fara ongan at siga upp, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.