Bakkafrost fær lán upp á hálva aðru milliard krónur

Og fær møguleikan at økja lánið við hálvari aðraru milliard krónum afturat

Bakkafrost hevur í morgun gjørt nýggja fíggjaravtalu við Nordea um endurfígging av virkseminum hjá alirisanum.

 

Lánsbrævið á 500 milliónir norskar krónur, sum Bakkafrost tók fyri 5 árum síðan, fellur til gjaldingar hálvan februar 2018. Bakkafrost hevur herumframt lánsmøguleika hjá Nordea á 850 milliónir danskar krónur. Hetta verður nú endurfíggjað við einum nýggjum láni á 200 milliónir evrur, sum svarar til stívliga hálva aðri milliard danskar krónur. Hetta lánið kann víðkast við hálvari aðrar milliard donskum krónum afturat, um felagið fær tørv á tí.

 

- Høvuðstreytirnar fyri fíggingini eru í tveimum: (1) Solvensurin skal vera hægri enn 35%, og (2) Úrslit áðrenn avskrivingar og rentur (EBITDA) skal vera hægri enn tríggjar ferðir rentukostnaðin. Nýggja fíggingin gevur Bakkafrosti lægri kostnað umframt betri fíggjarligan smidleika, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.