Bakkafrost: Einki hol á okkara nótum

- Vit hava staðfest at einki hol er á nakrari nót.


Tað boðar Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, frá í tíðindaskrivi í kvøld, aftaná eitt tíðindainnslag í Dag&Vika í gjárkvøldið har víst bleiv á, at alilaksur var komin í ánna í Leynum.


Stjórin í Bakkafrost vísir á, at felagið í dag hevur havt kavarar niðri í øllum alinótum hjá felagnum um alt landið, fyri at eftirkanna nótirnar. Tí kann hann í kvøld staðfesta, at einki hol var á nakrari nót.


Í tíðindaskrivinum upplýsir stjórin, at nótirnar verða regluliga kannaðar og at tað higartil ikki hevur verið nakað galið í ár.


- Allar nótir verða eftirhugdar regluliga fyri at eftirkanna at einki hol er, og at alt er sum tað skal vera. Vit hava ikki varnast nakað óregluligt í ár, skrivar Regin Jacobsen og leggur afturat.


- Vit fráboða illgruna um slopnan fisk til myndugleikarnar umframt at vit rapportera slopnan fisk í okkara sustainability rapport – Sunt lív. Henda er tøk á okkara heimasíðu á:

https://www.bakkafrost.com/media/1790/bakkafrost_burdardygd_2017_web.pdf


- Í rapportini sæst á blaðsíðu 21 frágreiðing um umstøður ísamband við at fiskur kann sleppa, og hvussu vit ansa eftir hesum.


- Eg kann upplýsa, at í 2015 og 2016 slapp eingin laksur hjá Bakkafrost, men tíverri var okkara størsta óhapp nakrantíð í storminum 29. November 2017, tá vit mistu allan fiskin í einum ringi á Gulanum.