Sum vit fortelja longur niðri á Portalinumm eru heili 22 fólk søgd upp á Vestlaxi í Kollafirði í morgun Beint nú sigur fyri Bakkafrost í tíðindaskrivi, at eftir at føroyska alivinnan í 2009 seldi útvið 60.000 tons av aldum fiski, verður nakað minni av tøku í ár enn
undanfarna ár.
Orsøkin er, at færri smolt vórðu sett út í 2008 enn í 2007.
Bakkafrost hevur tvey kryvjivirki, sum við fullari orku kryvja umleið 1.000 tons av laksi um vikuna. Nú mongdin av laksi í 2010 er minkandi, verður neyðugt at tillaga orkuna, og tí verður farið frá skiftivakt skipanini á kryvjivirkinum í Kollafirði niður á eina vakt.
Virkið í Klaksvík koyrir frammanundan bert við einari vakt, og har verður eingin
broyting.
Avleiðingin av minnu nøgdini í ár er tíverri, at tað er neyðugt at siga 22 fólkum úr starvi á virkinum í Kollafirði.
Í 2009 varð meira smolt sett á sjógv aftur, og eftir ætlan verður mongdin av laksi í 2011 aftur á minst somu mongd sum í 2009, leggur Bakkafrost afturat