Bakkafrost á børsin fyri yvir milliardina

Børsskrásetingin av Bakkafrost fer nú av bakkastokki. Føroya Banki kann vinna millum 386 og 437 milliónir upp á at selja síni partabrøv.

Prospektið verður alment í morgin, og í døgunum frá 8. mars til og við 23. mars kunnu fólk tekna seg fyri partabrøv í Bakkafrost í sambandi við, at alifyritøkan verður skrásett á børsinum í Oslo.

Føroya Banki eigur 33,6 prosent av Bakkafrost. Samlaða talið á partabrøvum í alifyritøkuni er 46.250.000, og kursurin er settur til millum 27 og 31 norkskar krónur. Hetta gevur eitt samlað virði á Bakkafrost millum 1,15 og 1,3 millliardir danskar krónur.

Hetta merkir við øðrum orðum, at Føroya Banki kann rokna við einari inntøku frá partabrævasøluni á millum 386 og 437 milliónir krónur. Hetta fyri partabrøv, sum bankin keypti fyri umleið 50 milliónir krónir á sinni.

Umframt hetta hækkar Bakkafrost um partapeningin vi? 82 milliónum krónum, so gott og væl 22 milliónir partabrøv tilsamans ver?a sett til sølu mánadagin.

Fólk, ið hava hug at keypa partabrøv í Bakkafrost, skulu bert fara inn í ein av bankunum og fylla út eitt skjal. Fólk mugu tó í minsta lagi keypa fyri 10.000 krónur.

Tekningin byrjar nú mánadagin, og heldur fram til 23. mars.