Føroyska alifyritøkan Bakkafrost hevur í morgun kunngjørt rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing, og talan er um eina lítla minking samanborið við í fjør.
- Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 676 milliónir krónur fyri fyrra hálvár í 2018 í mun til 795 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.
Tøkan av laksi annan ársfjórðing var 12.902 tons, sum er minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 18.402 tons, skrivar felagið í fráboðan send fjølmiðlunum.
Í viðmerking send fjølmiðlunum sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, at felagið væntar at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur næstu fýra árini.
- Prísurin á laksi hevur verið góður í øðrum ársfjórðingi í ár og sjálvt um prísgongdin var fallandi í ársfjórðinginum var rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi gott. Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur fyri at menna felagið og nýggj íløguætlanin fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 er nú løgd fram. Í hesum tíðarskeiði væntar Bakkafrost at gera íløgur fyri áleið 3 milliardir krónur. Alivinnan hevur ment seg ómetaliga nógv síðani hon byrjaði í Føroyum. Vit síggja framhaldandi stórar menningarmøguleikar fyri framman og fyri at hesir møguleikar skulu blíva til veruleika, mugu stórar íløgur gerast, sigur Regin Jacobsen.
Víðari skrivar felagið, at alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 393 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2018 samanborið við 489 milliónir krónur øðrum ársfjórðingi í fjør. Alideildin tók 5,5 túsund tons minni av laksi í øðrum ársfjórðingi í ár enn øðrum ársfjórðingi í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 17 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 29 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2018 var 66 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Í øðrum ársfjórðingi 2018 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkum frá 2017, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2017. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14,2 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 5,2 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 443 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.039 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2018, og solvensurin hjá Bakkafrost var 68%.