Bakkafrost skrivar í morgun, at alideildin og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri høvdu eitt gott rakstrarúrslit fyri fyrsta ársfjórðing. Liðugvøruframleiðslan hevði hall.
– Fyrsti ársfjórðingur í ár var hendingaríkur. Í januar byrjaði góðskingarvirkið á nýggja laksavirkinum á Glyvrum, sum er síðsta útbygging av íalt trimum framleiðsludeildum á virkinum. Alideildin hevði avbjóðingar, tá ið ILA virus var staðfest á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður. Bakkafrost hevur saman við myndugleikunum fylgt væl við gongdini á aliøkinum, síðan illgrunin um ILA kom fram í juli 2016. Rættstundis atgerðir eru tiknar, og allur fiskurin varð skjótt tikin og kruvdur, tá ið illgrunin var váttaður, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrsta ársfjórðing 2017 var 335 milliónir krónur samanborið við 254 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2016. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 373 milliónir krónur samanborið við 261 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.
Tøkunøgdin fyrsta ársfjórðing í ár var hægri, og miðalprísurin á laksi var eisini hægri samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 25 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 45 milliónir krónur samanborið við 69 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 459 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2017, og felagið hevur 826 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 65% við endan av fyrsta ársfjórðingi 2017.