Bakkafrost 323 milliónir krónur í yvirskoti

Ársúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2011 er áljóðandi 323 milliónir krónur eftir skatt móti 260 milliónum í 2010. Felagið er væl konsoliderað og hevði við ársenda 2011 ein eginpening upp á 1,06 milliard og ein solvens upp á 46%. Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2011 var 335 milliónir krónur móti 246,8 milliónum í 2010. Í 2011 var rakstrarúrslitið 9,19 krónur fyri hvørt kg av laksi, sum felagið tók í árinum.

Prísgongdin í 2011 háttaði sær so, at felagið serliga vann pening við at selja feskan laks á spotmarknaðinum fyrra hálvár, meðan felagið vann pening seinnu hálvu av 2011 við sølu av liðugt framleiddum vørum. Orsøkin er, at liðugt framleiddu vørurnar verða seldar til langtíðar avtalaðar prísir, og hesir hildu seg á einum høgum støði seinni hálvu av 2011.

Alivinnan stóð fyri einum munandi íkasti til føroyska samfelagið í 2011. Av samlaða føroyska útflutninginum stóð alivinnan fyri 34%, svarandi til umleið 1,6 milliard krónur.

Nevndin í Bakkafrost fer at skjóta upp fyri aðalfundin at útgjalda vinningsbýti upp á 1 krónu fyri hvørt partabrævið, svarandi til DKK 48,9 milliónir í alt.

Úrslitið fyri fjórða ársfjórðing 2011 er áljóðandi 86 milliónir krónur eftir skatt. Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fjórða ársfjórðing 2011 er áljóðandi 46 milliónir krónur. Í fjórða ársfjórðingi 2011 var rakstrarúrslitið 3,68 krónur fyri hvørt kg av laksi, sum felagið tók.

Bakkafrost økti munandi um virksemið í 2011, tá ið felagið keypti Havsbrún og tess dótturfeløg. Við keypinum longdi Bakkafrost um virðisketuna hjá samtakinum, soleiðis at felagið nú hevur egna framleiðslu av fiskamjøli/-lýsi og alifóðri.

Sølan av fóðri vaks 43% í 2011 samanborið við 2010. Harumframt fekk felagið 5 aliloyvir afturat, sum m.a. eru grundarlag fyri, at felagið hevur latið upp eina deild afturat, sum framleiðir liðugvørur. Á hesi deildini starvast umleið 30 fólk í løtuni.

Lívfrøðisliga gongdin er framhaldandi góð, og marknaðurin fyri laks er góður, hóast útboðið er økt, og prísirnir eru lækkaðir. Men góða lívfrøðisliga gongdin og støddin á Bakkafrost ger, at felagið er sera kappingarført. Tøkan av laksi øktist seinasta ársfjórðingin í 2011 í mun til tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar, soleiðis at felagið í 2011 tók 36.343 tons av kruvdum laksi. Í 2011 setti Bakkafrost 8,6 milliónir smolt út í mun til 8,2 milliónir í 2010. Byrjað verður at taka henda fisk í 2013. Í 2011 hevði Bakkafrost sløk 550 ársverk móti 400 ársverkum í 2010.

Útlitini fyri 2012 eru góð. Tøkan av laksi fer væntandi at verða umleið 48-50.000 tons av kruvdum laksi, og hevur felagið longu gjørt søluavtalur fyri ein part av hesum. Søluavtalurnar eru viðvíkjandi lidnum vørum, sum verða framleiddar á Glyvrum og á nýliga opnaða virkinum í Fuglafirði.

Í 2011 gjørdi Bakkafrost samtakið íløgur fyri áleið 120 milliónir krónur, og fara íløgurnar í 2012 væntandi at verða umleið 115 milliónir krónur.

– Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri 2011, ið var met stórt. Harumframt hava vit vaksið munandi um felagið í árinum við keypinum av Havsbrún, so vit standa sterkari til at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman. Biologiska gongdin er góð, og laksaprísurin hevur verið góður, men er fallin í seinnu hálvu av 2011. Vónir eru um økta støðuga framleiðslu av lidnum vørum. Føroyska alivinnan hevur framhaldandi gott kappingarføri. Vit hava tí góðar vónir til framtíðina, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.