Úrslitið hjá Bakkafrost fyri árið 2012 var 324 milliónir krónur fyri skatt og 281 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði besta úrslitið, men framleiðslan av liðugvørum og framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndust eisini væl.
Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2012. Hetta er betri, enn vit høvdu væntað við ársbyrjan. Framleiðslan er økt seinastu árini, men føroyska alivinnan hevur framhaldandi sera góð lívfrøðilig úrslit og er ikki darvað av sjúkum. Hóast útboðið av laksi á heimsmarknaðinum var óvanliga stórt í 2012, so gjørdist eftirspurningurin betri enn væntað. Vit eru bjartskygd um útlitini fyri 2013, sigur Regin Jacobsen, stjóri
Bakkafrost seldi tilsamans 44.341 tons av laksi og setti 10,7 milliónir smolt út í 2012.
Úrslitið frá primerum rakstri í fjórða ársfjórðingi hjá alideildini var 84 milliónir krónur í mun til 9 milliónir í sama tíðarskeiði í 2011. Orsøkin til hækkingina er hækkandi laksaprísur og størri tøka av laksi. Fyri alt árið 2012 var útslitið frá primerum rakstri hjá alideildini 274 milliónir krónur í mun til 246 milliónir í 2011.
Liðugvørudeildin hevði eitt yvirskot frá primerum rakstri áljóðandi 12 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi. Hetta er lægri enn úrslitið fyri sama tíðarskeið í 2011; úrslitið tá var 34 milliónir krónur. Orsøkin til hægra úrslitið í fjør er, at laksaprísurin fall rættiliga nógv og skjótt miðskeiðis í 2011, samstundis sum avtalaðu prísirnir fyri liðugvørur vóru á einum høgum støði. Fyri alt árið 2012 gav framleiðslan av liðugvørum eitt yvirskot á 37 milliónir krónur í mun til 70 milliónir í 2011.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit eftir skatt á 44 milliónir krónur í 2012 í mun til 40 milliónir krónur í 2011.
Við ársenda 2012 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 807 milliónir krónur í mun til 817 milliónir við ársenda 2011. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 146 milliónir krónur. Eftir ársenda 2012 seldi Bakkafrost lánsbrøv fyri 500 milliónir norskar krónur; hetta hækkar gjaldføri felagsins munandi.
Sambært vinningsbýtisreglunum hjá samtakinum skal Bakkafrost geva partaeigarunum eitt kappingarført avkast av partabrøvunum. Hetta skal vera ein samantvinning av einari øking í virðinum av partapeninginum av góðum rakstri og útgjaldi til partaeigarar av vinningsbýti. Fíggjarstøðan hjá felagnum er góð, og tí fer nevndin at skjóta upp fyri aðalfundinum, at 2 krónur fyri hvørt partabræv skulu gjaldast út sum vinningsbýti ella tilsamans 98 milliónir krónur.
Solvensurin hjá Bakkafrost var 49% við ársenda 2012 í mun til 46% við ársenda 2011.
Felagið hevði sløk 600 fulltíðarstørv í 2012, av hesum eru 180 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.