Bakkafrost 168 milliónir í avlopi triðja ársfjóring

Úrslitið er nakað lakari enn somu tíð í fjør

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2018 var 168 milliónir krónur samanborið við 252 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2017.
Tað boðar Bakkafrost frá í morgun.

– Virksemið í triðja ársfjórðingi í ár hevur verið nakað lakari í mun til sama ársfjórðing í fjør. Ársfjórðingurin var eisini merktur av óvanliga høga fellinum á aliøki A-81 Kolbanagjógv í september. Hetta hevði útreiðslur við sær og eina negativa ávirkan á tøkuna í komandi ári. Hóast avbjóðingar hava verið, og laksaprísurin hevur verið fallandi í ársfjórðinginum, so var rakstrarúrslitið 168 milliónir krónur fyri samtakið fyri triðja ársfjórðing, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrost.

– Nýggja kryvjivirkið í Vági varð seinkað nakað í mun til tíðarætlanina, men hugaligt verður at síggja, hvussu økta virksemið í Suðuroy fer at hilnast, nú nýggja kryvjivirkið er farið undir at taka ímóti laksi, sigur hann.

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 140 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2018 samanborið við 217 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Alideildin tók góð 7.200 tons av laksi í kruvdari vekt í triðja ársfjórðingi 2018, sum er smá 4.400 tons minni enn í triðja ársfjórðingi í fjør. Av tí at kryvjivirkið í Vági ikki varð til reiðar at kryvja laks í september, men byrjaði virksemið í oktober 2018, er tøkumetingin fyri 2018 lækkað við 3.000 tonsum, frá 49.000 til 46.000 tons í kruvdari vekt. Tøkan av 3.000 tonsum av laksi er flutt frá fjórða ársfjórðingi 2018 til fyrsta ársfjórðing 2019.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2018 var 41 milliónir krónur samanborið við 79 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

Bakkafrost hevði ein nettokostnað á 7,2 milliónir krónur, aftan á tryggingarendurgjald, orsakað av at áleið 700.000 laksar doyðu á aliøki A-81 Kolbanagjógv í triðja ársfjórðingi 2018. Eitrandi algur vórðu skrásettar í sjónum við Kolbanagjógv, tá ið fellið var 20. september 2018. Aling hevur verið út fyri Kolbanagjógv í 30 ár, og ongantíð áður ella aftaná er líknandi tilburður skrásettur. Laksurin, sum er eftir á aliøkinum í Kolbanagjógv, hevur tað gott, og framleiðslan gongur væl.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 286 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.205 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2018, og solvensurin var 70%.