Bakikapping hevur verið í dag

Tað var bakaríið hjá Jórun, sum skipaði fyri, og varð alt lagt á høgt støði við profesionellum dómarum, har tann eini kom frá Odense, sum m.a. er kent fyri heimsins besta marcipan.

Tað var bakaríið hjá Jórun, sum skipaði fyri, og varð alt lagt á høgt støði við profesionellum dómarum, har tann eini kom frá Odense, sum m.a. er kent fyri heimsins besta marcipan.

 

Eitt av krøvunum var eisini, at tann, sum læt kakur inn, ikki var yrkisbakari, men vanligur brúkari og annars frítíðarbakari heima. Og tað var júst hetta, sum dómarin úr Odense, Charsten Lilleris frá Odense Marcipan, hevði bitið merki í, at føroysku húsmøðurnar og kvinnurnar annars høvdu eitt hugflog, sum bakarar bæði her heima og í Danmark kundu njóta gott av.

 

Køkurnar skuldu latast inn millum klokkan 11.00 og 12.30. Hvør kaka fekk eitt nummar og luttakarin eisini, so man eftir dømingina kundi finna útav hvør átti hvat.

 

Køkurnar skuldu hava eitt tema so sum brúdleyp, barnadópur, rundur dagur og so framvegis. Eisini skuldu uppskriftirnar og framferðarháttur fylgja við kakuni.

 

Seinnapartin í dag vórðu køkurnar mettar, har útsjónd taldi 25 prosent, smakkur 30 prosent og hugflog ella kreativitetur taldi 45 prosent.

 

Dómarnir vóru Jórun Larsen Mørkøre, bakarasveinur, Charsten Lilleris frá Odense Marcipan, Lisbeth Mørkøre, bakarasveinum og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Føroya Húsarhaldsskúla.

 

Vinnarar – Veitslukøkur vóru:

 

1 – Sylvia Thomsen

 

2 – Beinta Rubbeksen

 

3 – Sólrun Larsen deilt við Nelly Debes Christiansen, sum eisini fekk eitt triðja pláss

 

 

Vinnarar – Smákøkur vóru:

 

1 – Eliana Svøðstein

 

2 – Elinborg Debes

 

3 – Irena Joensen

 

Tá ið dømt varð, kundu tú keypa tær ein kaffimunn og sleppa at royna tær mongu køkurnar. Hesum møguleika tóku hópin av fólki av, og gjørdu tey so eisini sær sína meting um tær mongu køkurnar.

 

Eitt stuttligt og annarleiðis tiltak, sum verður tikið upp aftur seinni, helt Jórun fyri, men kanska ikki hvørt ár.