Bakari er best í fitness

- Eg havi altíð droymt um at vera kløn, og í fjør setti eg mær fyri, at nú skuldi tað verða. Soleiðis sigur bakarin Jórun L. Mørkøre úr Klaksvík, sum um vikuskiftið gjørdist føroyameistari í fitness

Leygarkvøldið dystaðust fýra kvinnur um heiðurin at kunna kalla seg føroyameistara í fitness. Hetta var til kappingin Fitness Føroyar 2013, ið fór fram á Hotel Føroyum. Tá avtornaði var tað 42 ára gamla Jórun L. Mørkøre, sum var tann elsta av luttakandi kvinnunum, ið var tann besta. Sostatt er bakarin í Klaksvík nú ársins kvinnuligi føroyameistari í fitness.
- Eg var ekstremt nervøs, beint áðrenn kappingin byrjaði. Serliga var tað poseringini, eg stúrdi fyri, tí at standa á einum palli bara í bikini framman fyri nøkrum hundrað áskoðarum, er ikki júst nakað, sum flestu kvinnur hava hug til. Men tá eg kom út á pallin, var tað ikki so galið hóast alt, sigur Jórun L. Mørkøre, sum eisini fekk flest stig í hesum partinum av kappingini.
Umframt at vísa kroppin fram í poseringini skuldu luttakararnir royna seg við ávikavist rógvimaskinu og sokallaðum dips-rørslum. Bæði í poseringini og dips-partinum fekk Jórun L- Mørkøre hægsta stigatalið, men verri var við rógvingini.
- Rógvingin kiksaði totalt, men eg visti frammanundan, at eg ikki fór at verða tann besta í tí partinum av kappingini. Eg havi ongantíð róð áður, dugi ikki teknikkin nóg væl, og so havi eg heldur ikki vant rógving serliga nógv fram til kappingina, fortelur Jórun L. Mørkøre.

Vildi líkjast myndini
Hóast nýggi føroyameistarin í nógv ár hevur verið virkin innan fótbólt og hondbólt og lýsir seg sjálva sum eitt aktivt ítróttarfólk, er hon heldur nýggj innan fitnessheimin.
Tíðliga í fjør byrjaði hon at venja styrki í venjingarmiðstøð.
- Eg havi altíð vigað nøkur kilo ov nógv og havi altíð droymt um at vera kløn. Í fjør vildi eg so royna at gera dreymin til veruleika, greiðir Jórun L. Mørkøre frá. Hon byrjaði at venja og kom eisini í samband við Henning Kristensen, sum legði henni lag á við venjing og kosti. Henning Kristensen er kendur innan fitness í Danmark, og hann var eisini annar av teimum báðum dómarunum, sum dømdu føroysku luttakararnar leygarkvøldið.
Jórun L. Mørkøre fann eina mynd á netinum og setti sær fyri, at málið við venjingini skuldi vera at líkjast tí toppvandu damuni á myndini.
- Myndini hongur á kontórinum hjá mær, og eg haldi, at tá eg hyggi eftir myndini í dag, eri eg ikki heilt ólík damuna á myndini, sigur ein errin og ikki minst fegin Jórun L. Mørkøre.
Ætlanin var, at Jórun L. Mørkøre skuldi stilla upp til kappingina FM í fitness í september mánaði í fjør, men tað eydnaðist henni ikki.

Merkti fordómar
Fyrst í januar í ár setti Jórun L. Mørkøre sær fyri at venja fram til fitnesskappingina, sum fór fram leygarkvøldið. Hesaferð avgjørdi hon at venja meira miðvíst. Harafturat fekk hon hjálp frá Óla Andresen, sum seinastu mánaðirnar hevur virkað sum persónligur venjari hjá Jórun L. Mørkøre.
- Eg havi veruliga verið seriøs og havi vant næstan hvønn dag í hálvanannan tíma. Eg hevði eitt mál, og tað var at kunna luttaka í kappingini leygardagin og síggja út sum kvinnan á myndini, ið hongur á kontórinum, sigur Jórun L. Mørkøre.
Hon vísir á, at síðani hon í fjør fóru undir at venja fitness, hava viðmerkingarnar ikki verið so fáar.
- Serliga í byrjanini merkti eg væl, at fleiri fólk hava fordómar ímóti hesum slagnum av venjing. Tey spurdu, hví eg nú endiliga skuldi venja fitness, hvat tað var, eg royndi, og hví eg ikki bara kundi renna sum so nógv onnur, fortelur Jórun L. Mørkøre og heldur fram.
- Men hetta er tað, sum eg tími. Tað stuttliga er, at nú eru fólk so at siga bara positiv um mína venjing, spyrja meg um ráð, og rósa mær fyri at hava klárað tað, eg setti mær fyri.

Etur eftir kostætlan
Umframt at venja nógv hvørja viku hevur Jórun L. Mørkøre eisini verið seriøs við matinum seinastu mánaðirnar. Og tað hevur ikki verið heilt lætt, serliga tí at Jórun sum bakari hvønn dag er ímillum leskiligar køkur og bakstur av alskyns slagi.
- Seinastu tíðina havi eg bara kunnað luktað til køkurnar, tá eg havi verið til arbeiðis, og tað er ikki so lætt, tá tú ert von við at fáa tær ein lítlan køkubita hvønn dag. Men eg havi verið áhaldin, og tað er eisini tað, sum krevst, um tú skalt luttaka í kappingum sum hesari um vikuskiftið, sigur Jórun L. Mørkøre, sum síðani januar hevur etið eftir eini kostætlan.
- Eg havi hildið meg frá reyðum kjøti, men havi ístaðin etið nógvan høsnarunga og fisk. Eg havi etið sera lítið av breyði, eplum og øðrum stívilsi, men tað hevur gingið væl hjá mær at hildið meg til kostætlanina, sigur Jórun L. Mørkøre og leggur afturat, at hon tó ongantíð hevur gingið svong, tí hon hevur etið nógv, hóast talan hevur verið um kostætlan.
Størsta avbjóðingin var tó seinasta vikan beint áðrenn kappingina, tá hon skuldi drekka nógv vatn. Ekstremt nógv vatn.
- Eg haldi, at hatta við vatninum hevur verið eitt tað strævnasta í allari hesi tilgongdini við nógvari venjing og kosti. Fyri at reinsa kroppin út og sleppa av við alla vætu í kroppinum, skuldi eg alla seinastu viku drekka so nógv vatn, sum til bar. Haldi, at eg var uppi á einum sjey litrum bæði týsdagin,mikudagin og hósdagin. Men tað ger mann upp undir slíkar kappingar, soleiðis at vøddarnir verða meira sjónligir á sjálvum kappingardegnum, fortelur Jórun L. Mørkøre.

Blóð á tonnina
Tá Jórun L. Mørkøre leygarkvøldið fekk heiðurin at kalla seg besta kvinnan í Føroyum innan fitness, fekk hon somuleiðis møguleika at luttaka í norðurlandameistaraskapinum, sum verður seinni í ár. Ein møguleiki sum ætlar at taka av.
- Tað ætli eg mær avgjørt at fara við til. Eg haldi, at eg veruliga fekk blóð upp á tonnina leygarkvøldið, so nú er bara at koyra á, sigur Jórun L. Mørkøre, sum longu mánadagin eftir kappingina fór undir at venja aftur.
- Eg ætli mær framvegis at venja, soleiðis sum eg havi gjørt seinasta hálva árið, tí mær dámar tað væl, og eg eri so at siga blivin von við tað eftirhondini, sigur Jórun L. Mørkøre.
Alla hesa tíðina er tað eitt, sum hon ikki hevur broytt og heldur ongar ætlanir hevur um at broyta. Tað er morgunmaturin.
- Eg havi altíð etið ein góðan morgunmat, og tað haldi eg fast við. Hvønn morgun, tá eg komi til arbeiðis, fái eg mær eitt egg, ein bolla við súltutoyði og so ein skálk, og tað vil eg ikki broyta. Líka mikið hvat, so er morgunmaturin hjá mær heilagur, sigur nýggi føroyamestarin í fitness.