Bakarakartell
Bakaramálið byrjaði fyri trimum árum síðani, tá ein samskipað húsarannsókn varð gjørd hjá øllum bakarum kring landið. Úrslitið av hesi vísti, at talan heilt greitt var um kartell-virksemi, har allir bakarar í landinum - við einum undantaki - høvdu avtalaðar prísir í vørum. Undantakið í kartellinum var bakaríið hjá Valdemar Simonsen í Sørvági.
Kappingarráðið fekk rætt
Kappingarráðið staðfesti tá alt fyri eitt, at talan var um ólógligt kartell-virksemi. Og fyri hetta brotið á kappingarlógina vórðu bøtur útskrivaðar til bakararnar. Seks bakarar vildu tó ikki góðtaka bótina, og teir valdu tí at fara í rættin við málinum.
Sjálvt sakarmálið hevur verið rættiliga drúgt, men í gjár varð málið so tikið upp til dóms. Her staðfesti rætturin, at talan skuldi verða um bót, men ásettu bøturnar vóru tó nakað minni enn tað, sum Kappingarráðið hevði ásett. Teir seks bakararnir, sum vórðu dømdir í rættinum, skulu rinda millum 15.000 og 38.000 kr. í bót hvør.
Við Útvarpið segði Linda Hesselberg, ákæri, at hon var væl nøgd við dómin. Fyrst og fremst tí hesin sendi greið tekin um, at kappingarlógin skal takast í álvara.
Jógvan Elias Winther Poulsen, verji, segði í viðmerking, at bakararnir enn ikki høvdu gjørt av, hvørt teir fara at kæra dómin.