Bakandi sól alla vikuna

Sambært donsku veðurstovuni DMI verður hátrýstið, sum seinastu vikuna hevur ligið nær Føroyum og givið okkum hetta góða veðrið, liggjandi alla hesa vikuna.

 

Týsdagin verður fleyr til gul av ymsum ættum ella landnyrðingi, undir 5 m/s. Fyrst skýggjað og kanska mjørki, men sum frá líður klárar í, sólin sær og hitin millum 10 og 15 stig. Mikunáttina fleyr til gul av norðanætt ella ymsum ættum, undir 5 m/s. Sum frá líður rættiliga skýggjað og møguliga mjørki og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum ella norðanætt, 2 til 7 m/s. Fyrst skýggjað og mjørki í støðum, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 4 til 7 m/s. Turt og sum frá líður rættiliga skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, senni av norðri og landnyrðingi. Fyrst skýggjað og í støðum mjørki, men út á dagin sólglottar og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri ella landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin frískar han vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólin sær men um náttina verður skýggjað. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina niður í 6 stig.

 

Leygardagin makar hann vindin í fleyr til gul av ymsum ættum ella landnyrðingi, undir 5 m/s. Fyrst skýggjað, men út á dagin sær sólin. Hitin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sól, men um náttina skýggjað og turt. Hitin um dagin millum 8 og 13 stg, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Veðurtíðindini frá norsku veðurstovuni Yr eru at finna her.