Stein Bagger er í ferð við at skriva bók um, hvussu hann snýtti danskar bankar fyri 1,2 milliard krónur Sambært blaðnum B.T. er Stein Bagger komin so væl áleiðis við bókini, at hon verður liðug um stutta tíð. Tað er tó ikki greitt enn, hvat forlag fer at geva bókina út, men sambært B.T. hevur kona Bagger, Anette Uttenthal, tosað við fleiri forløg um útgávuna.
Keldur í løgregluni vátta fyri blaðnum, at Stein Bagger er í ferð við at skriva eina bók. Sakførarin Boris Frederiksen, sum er bústjóri hjá fyritøkuni hjá Bagger, IT Factory, sigur, at hann gleðir seg til at lesa, hvussu Stein Bagger uppfatar tað, sum hevur hevur gjørt.
Bústjórin væntar, at nakrir av teimum, sum eiga pengar til góðar hjá Stein Bagger, fara at krevja sítt av søluni, tá bókin kemur út.