Bagge: Vit fara at selja okkum dýrt

Høvuðsvenjarin hjá Vìkingi sigur í samrøðu við Morgunblaðið, at tað verður torført, men ikki ógjørligt hjá Víkingi

Stóra íslendska tíðindablaðið, Morgunblaðið hevur gjørt samrøðu við høvuðsvenjaran hjá Vìkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze undan norðuratlantiska meistaramøtinum millum FH og Víking klokkan 20.15 í kvøld. 

 

Í samrøðuni við Morgunblaðið sigur Bagge, at FH er eitt gott lið, sum er væl mannað, og sum hevur likamliga sterkar spælarar. Bagge sigur við Morgunblaðið, at hann hevur sæð dystir hjá FH á sjónbandi, og hann veit, at liðið hevur staðið seg framúr væl seinastu árini: - Vit fáa ein ógvuliga torføran dyst, men vit ætla at selja okkum dýrt, sigur Bagge við Morgunblaðið.

 

- Vit hava havt frí frá effodeildini í nakrar vikur, og vit hava vant hart og væl, og vit eru væl fyrireikaðir til dystin ímóti FH. Vit gjørdu tað framúr væl í dystunum ímóti Trepca 89, og liðið hjá mær hevur gott sjálvsálit aftaná teir báðar dystirnar. Vit eru frískir og klárir til dystirnar. Men vit eru greiðir yvir, at vit eru ikki yrkisspælarar, og hava tí okkara avmarkingar. Vit mugu verða varnir í hesum fyrra dystinum, og síggja hvørja spæliætlan FH hevur, greiðir Bagge frá í samrøðuni við Morgunblaðið.

 

Bagge undirstrikar, at tað ræður um hjá Víkingi at verða klókir í dystinum ímóti FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í kvøld. Alt avgerandi er at hava eitt úrslit til returdystin, har Víkingur enn hevur ein møguleika at spæla seg víðari. 

 

Í greinini greiðir Morgunblaðið eisini frá, at heili 130 Víkinga-fjepparar eru staddir í Íslandi fyri at heppa á Vìking til dystin í kvøld. 

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2 í kvøld.