Høvuðsvenjarin hjá B36, Sámal Erik Hentze var munandi frægari nøgdur við 2-2 javnleikin, enn starvsfelagin í Víkingi, Sigfríður S. Clementsen.
- Tað loysir seg at stríðast, staðfesti Bagge í samrøðu við Trónd Arge á Rás2. Bagge ætlaði sær avgjørt inn í skiftingarrúmið at rósa sínum spælarum fyri stríðsviljan og hugburðin teir løgdu fyri dagin. Hann hevði ikki hug at brúka tíð uppá avrikið hjá dómaranum.
Bagge var tó ikki bara nøgdur. Hann harmaðist um, at hansara menn mistu takið í fyrra hálvleiki, tá Víkingur uppá eina stutta løtu vendi einari 1-0 leiðslu hjá B36 til eina 2-1 leiðslu til Víking.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Bagge segði við Trónd Arge, aftaná dystin.