TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr tvær stuttar samrøður Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá Víkingi og B36, Sámal Erik "Bagga" Hentze og Jákup á Borg aftaná, at dómarin, Dagfinn Forná vegna vánaligu veðurlíkindini í Sarpugerði í Norðragøtu hevði avlýst dystin millum liðini.
Báðir harmast, at ein sunnudagur við nógvum fyrireikingum fer til spillis, men teir góðtaka og virða avgerðina.