TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjara hjá AB, aftaná 2-3 tapið hjá AB ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í dag.
- Hetta kunnu vit ikki bjóða okkum sjálvum. Hugburðurin var ógvuliga vánaligur. HB spælararnir vunnu allir nærdystirnar, og teir skoraðu trý mál mitt fyri, segði ein bersøgin Bagge.
Bagge heldur heldur ikki, at tað nyttar nakað, at menn brilliera undir venjing, fyri síðani at leggja eitt vánaligt avrik fyri dagin í einum effodysti.