Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku deildini vunnu stórsigur

ÍBV er næstfremst og KA er nummar fimm í bestu íslendsku deildini

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í kvøld. 

 

Janus Dam Djurhuus skoraði fýra mál, og Dánjal Ragnarsson skoraði trý mál í 36-27 sigrinum hjá ÍBV á Stjørnuni úti í Heimey í kvøld. Í steðginum var ÍBV á odda 17-15.

 

ÍBV er næstfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir.

 

Føroyski landsliðsmálverjin hjá KA, Nicholas Satchwell stórspældi í kvøld og hann bjargaði 46 prosent av málroyndunum, tá KA á heimavølli vann 38-25 á ÍR. Í steðginum var KA á odda 18-12.

 

Allan Norðberg var ikki millum málskjúttarnar hjá KA í kvøld.

 

KA er nummar fimm við fimm stigum fyri fimm dystir.

 

Næst fyri hjá Satchwell og Allani er at ferðast til Týsklands at fyrireika seg saman við restini av landsliðshópinum til uppgerðina móti Ukraina í EM-undankappingini. Dysturin verður leiktur í Týsklandi komandi mikukvøld klokkan 19.