Fyri fimta árið á rað verður skipað fyri Badmintonskúlanum í Havn.
Badminton Samband Føroya og Havnar Badmintonfelag hava avgjørt at Badmintonskúlin í ár verður frá mánadegi 27. juni til fríggjadag 1. Juli. Aftur í ár verður spælt í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton.
Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. Liðini verða býtt í víðarikomin og nýbyrjarar. Børnini venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna. Morgunliðið er frá klokkan 8.30 til 11.30, og seinnapartsliðið frá klokkan 12 til 15. Fríggjadagin 1. juli endar skúlin við einum hugna- og kappingardegi. Millum venjarnar er danin, Mikkel Assing, úr Danmark.
Nærri upplýsningar eru at síggja á www.bsf.fo og www.hbf.fo.