Okkurt um 55 børn í aldrinum 7 til 14 ár hava í fimm dagar verið á Badmintonskúla í Havn. Dentur varð lagdur á eina hendingaríka viku, við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing har hvør dagur varð býttur sundur í innan- og uttanduraspæl.
Høvuðsvenjarnir Magnus Dal Christiansen og Mariann Øster, bæði úr Havnar Badmintonfelag gjørdu sítt til at Badmintonskúlin bleiv ein minnilig uppliving har stuttleiki og spæl var í hásæti. Tað frættist frá leikarum og foreldrum at Badmintonskúlin eydnaðist sera væl, og at hetta var eitt kærkomið tilboð seinastu viku áðrenn fólkaskúlarnir og badmintonleikárið byrjar.